ley. 01. aug. | Location is TBD

Drunnhvítatúrur og konsert við Sharon's men

Dalsgarður skipar fyri drunnhvítatúri og konsert við Sharon's Men í Norðastahaga 01. August 2020.
Registration is Closed
Drunnhvítatúrur og konsert við Sharon's men

Tíð og stað

01. aug. 2020, 17:20
Location is TBD

Lýsing

Drunnhvítatúrur og konsert við gandakenda landslagið í Borgini í Norðastahaga.

Hetta er ein kvøldar/náttartúrur, so fólk mugu yvirnátta á oynnið. Møguleiki er at yvirnátta í telti. Teistin siglur av Gomlurætt kl 17.20. Bussur heintar í Skopun til túrin og koyrir til Skálavíkar, har suppa verður á Keldu. Áðrenn farið verður til gongu spæla SHARON'S MEN fyri okkum, eins og teir eisini fylgja við á túrinum. Fyrst gongur leiðin til hugnaligu húsini undir Borgarhamri, har borðreitt verður við góðum føroyskum mati av garðinum, dessert og kaffi. Eftir at fólk hava etið, spæla SHARON'S MEN og eisini hava fólk møguleika at ganga sær ein túr í vakra umhvørvinum, um hugur er til tað.Um 23 tíðina verður farið út í Borgina til eina náttúruuppliving av teimum heilt stóru, gandakent landslag, lundi og drunnhvíti halda til í urðini, og hesar fara vit at eygleiða, tá teir koma aftur av havinum.  Eftir upplivingina úti í Borgini, verður farið heimaftur við stuttum steðgi við húsini áðrenn. Túrurin er liðugur um 02.00 tíðina.Bussur avheintar í Skálavík og koyrir til Skopunar, við steðgum ávegnum.Prísurin er 1150,- íroknað mat, drekka, ferðing og tónleik.Gongutúrurin tekur um 2 tímar hvønn vegin, og er ein lættur túrur norður, og miðal heimaftur.

Deil