ley. 03. apr. | Við Hálsavøtn

Dagstúrur til Dysjarnar

Dysjarnar eru eitt gandakent øki, ið sær út sum eitt “álvaland”, ella ein nátúrlig grótborg. Har er mánalandslag við grótsúlum og djúpum sprungum. Forkunnugt stað!
Tickets Are Not on Sale
Dagstúrur til Dysjarnar

Tíð og stað

03. apr., 10:30 – 16:30
Við Hálsavøtn

Lýsing

Nú tað stundar til páskir, og fólk byrja at gera klárt til at halda páskafrí, vilja vit fegin skipa fyri einum gongutúri. Leygardagin 3. Apríl møtast vit við Hálsavøtnini kl. 10.30 beint heimanfyri Skopun. Við ferðaleiðara ganga vit til Dysjarnar har vit fáa ein frálíkan matpakka framleiddan á Dalsgarði. Síðani fara vit niðan á Tind, hægsta fjall á Sandoynni har vit fáa ein drekkamunn.

Dysjarnar eru eitt gandakent øki, ið sær út sum eitt “álvaland”, ella ein nátúrlig grótborg. Har er mánalandslag við grótsúlum og djúpum sprungum. Forkunnugt stað!

Enda verður á Brekkuni Stóru um 18:00 tíðina.

Torleikastig Túrurin er tungur (torleikastig 3 av 4) og tekur 6 tímar. Tað er tí ikki viðmælt at børn luttaka.

Prísurin er 895,- . Við í prísinum er ferðaleiðarar, hagagjald, stuttfluttur matpakki av Dalsgarði, drekkamuður og vatn.

Túrurin er gjørdur í samstarvi við Dalsgarð og Kunningarstovuni Bílegg her.

Deil